Kortavgjaldið burtur

Dam, løgtingsmaður

Týsdagin 1 marts fellur kortavgjaldið tíbetur burtur aftur í Danmark. Sjálvandi skal tað eisini fella burtur í Føroyum beinanvegin.

Grundgevingin fyri at krevja avgjaldið inn, var at hetta varð gjørt í Danmark. Tí er ongin grundgeving fyri at halda fram at krevja tað í Føroyum longur.
Eg vóni, at kortavgjaldið verður avtikið aftur í Føroyum 1. marts. Hetta avgjaldið átti ongantíð at verið kravt. Tí hví skulu fólk rinda avgjald, fyri at nýta egnan pening. Kortið er mátin at gjalda við peningi í okkara tíð.
Um avgjaldið ikki verður avtikið eigur samgongan at taka málið upp, við atlitið til at avtaka avgjaldið pr 1 marts.