Kortanei til tríggjar ferðir so dýran tunnil undir Leirvíkar bygd

- Eg havi sagt, at tað er púra burtur við at byggja ein tunnil eftir sløttum niðri í Leirvíkar bygd, sum kanska fer at kosta einar 100 miljónir krónur meira, enn ein vegur oman fyri bygdina kostar, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Leirvík

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hevur lagt fyri løgtingið uppskot um at leingja freistina til framløgu av verklagslógini um vegaføringina í Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin. Orsøkin til umbønina um útseting er, at uppskotið um veg og lokrennu niðri í bygdini í Leirvík skal kannast nærri.
Á vælmøttum borgarafundi í Leirvík herfyri kom fram, at stórur meiriluti er millum bygdarfólkið fyri vegaloysn við lokrennu niðri í bygdini. Uppskotið hjá Landsverki við vegi oman fyri bygdina og niðan fyri bygdarhúsið fekk lutfalsliga lítla undirtøku.
Atkvøðugreiðslan millum leirvíkingar á borgarafundinum vísti, at 165 fólk vóru fyri vegi og lokrennu niðri í bygdini, 17 fyri vegi omanfyri bygdina og 5 atkvøður vóru blankar.

Púra burtur við
Seinastu dagarnar hevur ljóðað, at fíggjarmálaráðharrin, Bárður Nielsen, slett ikki er fyri at brúka nógv meira pening niðri í bygdini í Leirvík, enn loysnin oman fyri bygdina og niðan fyri bygdarhúsið hevði kostað.
- Eg havi sagt, at tað er púra burtur við at byggja ein tunnil eftir sløttum niðri í Leirvíkar bygd, sum kanska fer at kosta einar 100 miljónir krónur meira, enn ein vegur oman fyri bygdina kostar, sigur fíggjarmálaráðharrin avgjørdur.
Hann vísir á, at Landsverk sigur seg kunna fremja vegaloysnina oman fyri Leirvíkar bygd fyri góðar 40 mljónir krónur, meðan eingin við vissu veit, hvat vegaloysnin við lokrennu niðri í bygdini kemur at kosta. Tøl millum slakar 90 miljónir krónur og heilt upp í slakar 150 miljónir krónur hava verið frammi.
- Hetta merkir, at vegur og lokrenna niðri í bygdini kunnu koma at kosta einar tríggjar ferðir so nógv sum vegurin oman fyri bygdina.
Bárður Nielsen vísir á, at nú framløgan av verklagslógini um vegaføringina í Leirvík verður útsett, verður uppskotið, sum NCC saman við J & K Petersen eru komin við, kannað nærri.

Meira "átiligt"
- Vísir tað seg, tá ið kanningarnar eru lidnar, at vegaføring við lokrennu kann fremjast fyri tað tvífalda av tí, sum vegurin oman fyri bygdina kostar, sær hetta hóast alt eitt sindur meira "átiligt" út, sum hann tekur til.
Bárður Nielsen heldur tó, at ein vegaføring oman fyri bygdina er ein góð loysn fyri leirvíkingar, og hann heldur tað ikki vera skilagott landsbúskarliga at brúka meira pening enn neyðugt til loysn av hesi vegaføring.
- Fáa leirvíkingar veg við lokrennu á sløttum, sum í minsta lagi verður tvífalt so dýrt sum ein vegaloysn oman fyri bygdina, kunnu vit vænta, at trýstið aðrastaðni fer at veksa.
Hann vísir á, at nógvastaðni kring landið er nógv ferðsla, og tað er ikki allastaðni, at vegirnir eru útbygdir samsvarandi ferðsluni.
- Hava vit fyrst givið eftir og samtykt eina nógv dýrari loysn enn hana, sum annars kann loysa málið á ein sømiligan og forsvarligan hátt, kunnu vit vænta, at aðrar kommunur fara at seta somu krøv.

Órógvandi elementir
Bárður Nielsen heldur, at verkætlanin við vegi og lokrennu tykir honum heldur "vill", sum hann tekur til.
- Eg havi einki ímóti, at neyvari kanningar verða gjørdar av uppskotinum hjá NCC og J & K Petersen, men sjálvt um henda verkætlan sær út til at kunna fremjast fyri "bert" 50 miljónir krónur meira enn vegaføringing oman fyri bygdina í Leirvík, haldi eg avgjørt, at vit eiga at halda okkum til bíligaru loysnina.
Landsstýrismaðurin endurtekur, at tað eru ov nógv órógvandi "elementir" í fjøruloysnini við lokrennu, og í hesum sambandi hugsar hann serliga um "kavabóltin", sum hann heldur rættiliga kann fara á rull við eini slíkari verkætlan.
- Tað er løgtingið, sum tekur endaligu avgerðina og alt eftir, hvørji tøl verða á borðinum til ta tíð, vóni eg, at løgtingið tekur eina ábyrgdarfulla avgerð, bæði búskaparliga og samferðsluliga.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at landsstýrið hevur til uppgávu at arbeiða eftir ynskjunum hjá løgtinginum, og tí dugir hann ikki í løtuni at siga, hvat endaliga úrslitið verður.
- Eg eri í hvussu er ikki fyri at byggja veg og lokrennu á sløttum niðri í bygdini í Leirvík, sum kanska kemur at kosta tvær ella tríggjar ferðir so nógv sum ein vegur oman fyri bygdina, sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri.