Kortanei til parkeringspláss

Forkvinnan í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð, Marin Katrina Frýdal, er ovfarin av úttalilsunum hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, um at gera kommunuskúlagarðin um til parkeringspláss.

- Tað er púra burturvið at koyra bilar inn í ein skúlagarð, har børn spæla. Og fyri tað næsta skal alt, sum hevur við parkering at gera, ganga gjøgnum teknisku nevnd, sigur Marin Katrina Frýdal.

Hon heldur, at borgarstjórin handlar í óðum verkum.

- Hesi úttalilsini hjá Heðin Mortensen loypa hvøkk á øll, bæði lærarar og ikki minst foreldur. Hetta er ófyrigeviligt, sigur Marin Katrina Frýdal.

Tekniska nevnd hevur fund komandi týsdag, og tá ætlar forkvinnan at taka hetta málið upp til viðgerðar.