Kortanei til brúgv um Skálafjørðin

- Tað kemur ikku upp á tal at gera brúgv yvir um Skálafjørð.

Tað ger Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, púra greitt.

Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, mælir Landsverk til, at tá ið undirsjóvartunnil verður gjørdur ímillum Streymoy og Eysturoy, skal tunnilin koma upp á Strondum og so skal brúgv gerast yvir um fjørðin á Toftir.

Men tað vil landsstýrismaðurin ikki hoyra talan um.

Fólkið við Skálafjørðin vil ikki góðtaka eina brúgv og tað haldi eg heldur ikki, kann koma upp á tal og kommunurnar við fjørðin hava somuleiðis víst ætlanini frá sær.

Landsstýrismaðurin vísir á, at Skálafjørður er oljuhavn burtur av og besti fjørður í landinum.

Tí kann tað ikki undir nøkrum umstøðum góðtakast, at hann verður kvettur av við eini brúgv, sum kann forða fyri menningarmøguleikunum á fjørðinum.

- Tað vildi verið tað sama sum at avskriva Skálafjørð sum oljuhavn og tað kann ikki koma upp á tal.

Hann sigur, at hóast brýr vanliga eru so høgt uppi, at tær ikki forða fyri sigling, staðfestir hann, at her skal ongin vági takast yvirhøvur.