Kortanei til at hækka skattin

- Vit skulu heldur spara enn at hækka skattin

 

- Vit siga kortanei til at hækka kommunuskattin.

Tað sigur Gunvá við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík, og núverandi býráðslimur.

 

Sum vit lósu á in.fo fyrr í morgun, er ætlanin at hækka skattaprosentið 0,5 prosent næsta ár.

 

Les eisini: Klaksvíkingar rinda 3,5 milliónir meiri í skatti

 

Men tað verður ikki við vælsignilsi frá Gunvu við Keldu.

Hon, og reistin av Fólkaflokkinum í býráðnum, hava ikki tosað saman um spurningin, men hon væntar, at flokkurin fer at standa saman um hesa støðuna.

- Í øllum førum sigi eg kortanei til at hækka skattin, sigur hon.

 

Hon sigur, at 0,5 skattaprosent svarar til 3,5 milliónir krónur, og hon heldur, at tað er ikki nógv av eini fíggjarætlan á einar 170 milliónir.

- Tað eigur at bera til at finna 3,5 milliónir at spara onkra staðni í rakstrinum, sigur Gunvá við Keldu, uttan at hon tó hevur gjørt sær greitt, hvar sparast skal.

Tað verður so ein sparing á tvey prosent.

 

Men hon heldur ikki, at samgongan hevur gjørt nakra roynd at laga raksturin til.

Fyri mær at síggja hevur samgongan bara framskriva lønarhækkingar, útreiðslur til bussleiðina og barnalættan, uttan at gera nakra roynd at laga raksturin til.

 

Les eisini: Klaksvíkingr rinda 36 milliónir í tilfeingisgjaldi

 

Fyrrverandi borgarstjórin sigur, at næsta ár er raksturin settir at vera 110 milliónir. Í fjør skuldi hann vera 106 milliónir, men endaði á 108 millónum, so talan er um ein hampiligan vøkstur.

- Og eg ivist ikki í, at verður raksturin gjøgnumgingin, fer at bera til at spara 3,5 milliónir, so at tað slepst undan at hækka skattaprosentið, sigur Gunvá við Keldu.