Eilif Samuelsen
11-02-01
Tey flestu munnu vera á einum máli um, at upprunaliga fullveldisætlanin hjá hesari samgonguni er kollsigld. Orsøkin er tann einfalda, at projektið hjá landsstýrismanninum í fullveldismálum um at sleppa at proklamera fullveldið beinanvegin, men lata fremjanina av fullveldinum bíða til einaferð í eini ókendari framtíð, var heilt einfalt ikki burðardygt. Fyri at bjarga snøklunum av tí stóra dreyminum hava teir verið noyddir at ganga ta eyðmýkjandi kanossagongdina at gera eitt uppskot til fólkaatkvøðuna, sum skal eitast at liggja innan fyri Heimastýriskarmarnar. Lágt má hann lúta, ið høsnarass skal kyssa.
Men fólkið veit, at eingin uttan Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru førir fyri at gera eina líkinda avtalu við donsku stjórnina, sum er innan fyri karmarnar av ríkisfelagsskapinum. At lata slíkt upp í hendurnar á Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum er frammanundan dømt til at miseydnast, tí teir hava stikni til bæði heimastýrislóg og ríkisfelagsskap.
Fullveldisfólk hava hildið seg havt funnið út av nøkrum heilt ótrúliga genialum, nevniliga at danir ikki vilja av við Føroyar. Sjálvandi vilja teir ikki uttan svørðsslag av við nakað, sum hevur hoyrt upp í Danmarkar ríki í 600 ár. Tað gera teir heldur ikki til nakað dulsmál. Við sínari útmelding nú um dagarnar vildi danska stjórnin gera greitt, at velja føroyingar loysing við fólkaatkvøðuna, so hava teir tikið grundarlagið undir ríkisveitingini burtur, og hon verður avviklað eftir fýra árum. Sama áramál tekur tað helst at avvikla felagsskapin. Ríkisveitingin hongur saman við ríkisfelagsskapinum. Siga føroyingar ríkisfelagsskapin upp her og nú, so heldur ríkisveitingin uppat her og nú. Tað liggur eingin hóttan ella ræðan í hesum.Tað er logikkur og konsekvensur á byrjanarstigi.
Tann størsti parturin av Føroya fólki veit og viðurkennir, at føroyska samfelagið er ikki búgvið til at taka fullveldi. Tað veit landsstýrismaðurin í fullveldismálum og hansara samgongupartnarar eisini. Tí taka tey ikki fullveldið treytaleyst. Og tí eru tey eisini komin aftur sum av torvheiðum, tá ið tey hava verið niðri og bidda danir um at gjalda fyri, at tey kunnu kalla Føroyar fyri eitt fullveldisríki. Eingin tilkomin føroyingur er so naivur, at hann ikki skilir, hví danir nokta fyri slíkum.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava eitt alternativ til tann utopiska fullveldisdreymin. Teir eru fúsir at gera tær stjórnarligu broytingarnar í viðurskiftunum Føroya og Danmarkar ímillum, sum gevur okkum rúmari ræsur fyri sjálvsavgerðarrætti, men sum væl at merkja tryggja føroyska fólkinum, at livilíkindini og virkismøguleikarnir framhaldandi gera hetta landið til eitt tað besta í heiminum at búgva í. Tí siga vit kortanei til landsstýrisuppskotið.