Kórstevnan fyri sættu ferð í Fuglafirði

Kórstevnan 2023 verður í døgunum 28. og 29. apríl

Fyrsta kórstevnan var hildin í 1967. Síðani tá, hevur kórstevnan verið eitt afturvendandi tiltak á nærum hvørjum árið. Hetta er 6. ferð, at kórstevnan verður í Fuglafirði og í ár eru met nógvar tilmeldingar.

 

Í ár verður tað dugnaligi bretski dirigenturin og organisturin Michael Bawtree sum stjórnar felagskórinum. Bawtree, sum býr í Skotlandi, hevur stjørna orkestrum og kórum runt allan heimin, m.a. í the Royal Albert Hall í London.

 

Stevnan er bæði fyri einstaklingar og fyri sangarar, sum eru limir í kóri. Felagskórið venur fríggjakvøldið og leygardagin í góðum umstøðum í Fuglafjarðar Skúla. Skráin er spennandi, klassisk og rútmisk.

 

Seinastu árini hevur konsertin á kórstevnuni eisini verið ein kórkapping, soleiðis verður eisini hesaferð. Til konsertina leygardagin syngur felagskórið og øll tey kórini sum hava teknað seg til kórkappingina. Treytin fyri at kór kunnu luttaka er, at kórið hevur goldið limagjald til Kórsamband Føroya. Konsertin verður leygardagin í høllini í nýggja skúlanum í Fuglafirði. Kórkappingin í ár verður skipa eftir íblástri frá altjóða kórkappingum. Kórini verða mett eftir intónatión, ljóðgóðsku, tulking og eini heildarmeting.

 

Aftaná konsertina verður stór veitsla í Mentanarhúsinum, har Gutti fer at borðreiða við lekkrari matskrá, har hann skemtandi nevnir, at hann ætlar at brúka mold, ókrút og agn, umframt nýtt grønmeti og feskan føroyskan fisk til rættirnar. Aftaná fara væl upplagdu FourMENh at spæla til dans.

 

Les nærri um kostnað, tilmelding og praktisk viðurskiftið á kor.fo ella á Kórtíðindi.

 

Til ber at melda seg til kórstevnuna og veitsluna, við at senda ein t-post til: korstevna(at)gmail.com

 

Fyriskipararnir