Vinnulívsfólk, sum grovliga misrøkja sínar skyldur í einum felag, skulu setast í karantenu, og ikki sleppa at sita í leiðslum í fyritøkum í trý ár.
Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, sum tí hevur lagt uppskotfyri tingið um at seta hetta í lógina.
Men hon sigur, at hetta skal eisini umfata strámannavirksemi, og tey, sum ikki stýra einum virki á pappírinum, men sum kortini í roynd og veru stýra einum felagi.
- Tað er neyðugt, at vit rudda upp í konkurslógini og fáa hana dagførda, sigur Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Sonju Jógvansdóttir.










