Korrupsjón feldi kommiser

ES-kommiserurin í heilsu- og brúkaramálum, John Dalli av Malta, noyddist í dag at fara frá, eftir at hann varð skuldsettur fyri korrupsjón í sambandi við eina lóg um snús.

Tað er komið fram, at kommiserurin hevur havt gott samband við ein handilsmann á Malta, og tá hesin vendi sær til ta svensku snúsverksmiðjuna Swedish Match og beyð sær til at ávirka snúsreglurnar hjá ES, gjørdu sviar av at kunna ES um tilboðið.

Málið varð latið stovninum, sum kannar korrupsjón í ES, og í gjár fekk Jose Manuel Barroso, ES-nevndarformaður, kanningarúrslitið.

-John Dalli hevur í dag boðað frá, at hann er farin frá sum kommiserur, skrivaði Barroso í einum tíðindaskrivi í gjár.