Koronusmittaði nummar 1.000 ikki funnin enn

Eingin nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Fyrradagin varð heldur eingin staðfestur smittaður. Men fyrrdagin vóru tveir tilburður staðfestir. Tá komu tey, sum tilsamans eru staðfest smittað í Føroyum, upp á 999. Men har stendur talið enn.

 

940 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru seks smittað í Føroyum. Av teimum 999 smittaðu eru 991 staðfest frísk aftur, seks eru smittað í løtuni, og tveir persónar eru deyðir við koronu.