Koronuskipið er farið til fiskiskap

Nú er russiski trolarin Karelia farin aftur til fiskiskap

Fyri trimum vikum síðani vóru 30 tilburðir av koronu staðfestir umborð á russiska trolaranum Karelia, sum kom til kai í Runavík.

 

Tveir av sjúku monnunum vórðu innlagdir, og annar teirra varð sendur til Danmarkar.

 

Nú er Karelia farið aftur til fiskiskap, skrivar Kringvarpið.

 

Trolarin fór umvegis Fuglafjørð til sjós aftur í nátt og er nú staddur norðanfyri Føroyar á veg á fiskileið.