Koronusjúka er staðfest á Glasi

Ein tilburður av Covid-19 er staðfestur á hægri námi á Glasi.

 

– Vit hava staðfest ein tilburð av Covid-19 í einum flokki á hægri námi. Hetta hevur landslæknin kunnað okkum um seinnapartin í dag.

Tað sigur Steinbjørn Hardlei, rektari, í fráboðan til næmingar og starvsfólk skúlans í kvøld.

– Landslæknin hevur sett seg í samband við øll tey lesandi í hesum flokki um støðuna, og vit hava í samráð við landslæknan tikið neyðug stig fyri at minka um smittuvandan, skrivar rektarin.

Hægri nám heldur til gamla bygninginum hjá Handilsskúlanum, og tann smittaði hevur bert verið í hesum bygningi teir tveir dagarnir, har smittuvandi hevur verið, og hevur harumframt bert verið í sambandi við eitt avmarkað tal av sínum floksfeløgum.

– Hesi lesandi hava arbeitt í bólki í farnu viku, og tí hevur viðkomandi bólkur fingið boð frá landslæknanum um at fara í sóttarhald. Í løtuni er onki, ið týður uppá, at tann smittaði hevur havt samband við onnur enn sín bólk. Tó hava vit, í samráð við landslæknan, avgjørt at øll undirvísing fyri hendan flokkin verður koyrd sum fjarundirvísing í komandi viku. Og øll í flokkinum verða testaði týsdagin og hósdagin at vita um smittan hevur spjatt seg.

Rektarin sigur víðari, at neyðug atlit og tiltøk eru eisini sett í verk fyri teir lærarar, ið hava verið í samband við flokkin viðkomandi tíðarskeiði.

– Í løtuni hevur hetta ikki aðra ávirkan á skúlagongdina á Glasi - tað er bert fyri hendan eina flokkin á hægri námi at hetta hevur ávirkan – øll onnur undirvísing koyrir sum vanligt, skrivar rektarin.

At enda í boðunum til næmingarnar leggur Steinbjørn Hardlei áherðslu á, hvussu umráðandi tað er, at øll fylgja leiðreglunum, ið hava til endamáls at minka mest møguligt um smittuvandan.

– Ikki minst nú jólini nærkast, og øktur smittuvandi er – góðu tit, vísið serligt varsemi hesa tíðina, sigur rektarin á Glasi.