Koronupass uttan lógarheimild

Danski løgfrøðingurin E.A.Sørensen, búsitandi í Lenz, Schweitz, hevur sett fram umbøn um saksinnlit í málsgongd hjá danska Sundhedsstyrelsen við Søren Brostrøm, ið er virkandi stjóri, og við avriti til Statens Serum Insititut við stjóranum Henrik Ullum.

 

Løgfrøðingurin vísir til at Søren Brostrøm fyri 3 vikum síðan í danska sjónvarpinum setti fram uppáhaldið, at tilgjørdur (kunstig) imunitetur er betri enn náturligur imunitetur.

 

Víðari verður víst at tað orsaka Brostrøm uppáhald kring "nýggjastu vitan"er avgjørt at minka tíðarbilið fyri gyldugt Coronupass givið vegna náurligan imunitet úr einum ári niður í eitt hálvt ár.

 

Løgfrøðingurin hevur umrøtt niðurstøðuna hjá Brostrøm við serkøn fólk í USA sum eru atknýtt læknabólkin FLCCC (Front Line COVID-19 Critical Care Alliance).

 

Orðið "Coronapass" verður brúkt, sum løgfrøðingurin vísir til, sjálvt um "Vaksinupass" er rætta orðið. Vaksinupass er skipað sambært International Health Regulations (IHR) konventiónini hjá WHO. Í dag er bert loyvt at krevja vaksinupass orsaka Gulsótt. WHO hevur umrøtt um Covid-19 vaksinupass kann koma undir ásetingar og reglur í IHR-konventiónini, men kundi ikki taka undir við hesum, tí mett varð ikki at sjúkan er vandamikil. 

 

Spyrjast kann hvørjar løggildugar heimildir okkara Farsóttarnevnd og Landsstýri hevur at krevja at fólk skulu vísa Coronapass fyri at fáa atgongd til almennar tænastur javnbjóðis privat vinnu- og arbeiðspláss.

 

Okkara samfelag sær í verandi løtu út til at verða skipað í lógloysi og anarki, og við úrslitinum at fólk, ið eru væl fyri og ikki kenna seg sjúk á nakran hátt, og ikki vilja góðtaka at lata seg PCR kanna uttan orsøk, verða stigmatiserað og útihýst í samfelagnum.

 

Gongdin hjá teimum, sum lata seg yvirtala at taka móti Covid-19 vaksinu, er ikki just jalig á nakran hátt. Hesi vísa seg óvitandi at geva smittu víðari til onnur, bæði ikki vaksinerað og tey, sum av røttum átti at verði imun móti smittu, næst at heilsuskaðilig hjáárin vísa seg í øllum aldursbólkum.

 

At Farsóttarnevndin hevur tikið ræðið í landinum, kann kennast heldur bagvent og undarligt, tá tað er politiska skipanin, ið smíðar lógarverkið við skulu halda okkum til. Hvørjan serkunnleika farsóttarnevndin hevur framum eitt ótal av serfrøðingum, mikrobiologum og øðrum innan virussjúkur, kann stórt spurnartekin setast við, og kann tað tí tykjast rættuliga ógvusligt og ikki minni beinleiðis ólógligt, at tveir persónar, landsslæknin og leiðarin fyri arbeiðs- og almannaheilsu, skulu seta dagsskránna fyri hvussu landsins íbúgvar skulu avmarkast og stigmatiserast at gagnnýta almenar stovnar.

 

Umbønin um alment innlit hjá E.A.Sørensen, advokati, kann lesast her:

 

https://drive.google.com/file/d/1__GGSMRtzIZPVS9XBRIi4T0zMt1FUveq/view?fbclid=IwAR2wuxbMDU8RHyfaPt31-lw_y168Blk3nH-9JmHUIU5bYZ7jLq8nJVqkZ6Q