Í dag og frameftir kunnu fólk lata seg kanna fyri koronu seinnapartar frá klokkan 17 til 19 á Landssjúkrahúsinum.
Tað boðar Landssjúkrahúsið frá í morgun.
Tað er ikki greitt, hvussu koronukanningarnar fara at vera um vikuskiftið, men nærri kunning verður um hetta í næstum.
Nýggja kanningarmiðstøðin á Eiragarði lat upp fyri fyrstu ferð í gjár, og samanumtikið eydnaðist væl, hóast bíðirøðirnar vóru langar, sigur Landssjúkrahúsið.
Tey, ið bíðaðu longst, bíðaðu upp móti fýra tímum, men yvirhøvur vóru fólk tolin og vístu atlit fyri hvørjum øðrum, sigur Landssjúkrahúsið, og somu boð komu frá løgregluni í morgun.
Mett verður, at um 1000 fólk lótu seg kanna í gjár.
Kanningarmiðstøðin hevur opið allar gerandisdagar frá 17 til 19. Øll, sum standa í bíðirøð klokkan 19, verða kannaði fyri koronu í dag. Onnur mugu bíða til í morgin, sigur Landssjúkrahúsið.
Seinni í vikuni verður kunnað um hvussu opið verður í vikuskiftinum.