Koronu-kanningar í Havn flyta á eitt nýtt stað

Hesar næstu dagarnar flyta kanningarnar

Í Havnin verða fólk kannað fyri koronu á Eystarubryggju, men hesar næstu dagarnar verða kanningarnar fluttar.  Sjúkrahúsverkið sigur, at tað er gravgangur eftir at verða kannað fyri koronu og eitt dømi er tað, at sunnudagin vórðu næstan 3.000 fólk og kannaðu seg fyri koronu á Eystarubryggju.

 

Samstundis er tað hent, at skúlin á Argjahamri verður stongdur alla hesa vikuna, tí skúlin er hart raktur av koronu, og bæði børn og lærarar liggja.

 

Tí eru koronukanningarnar, sum hava verið á Eystarubryggju, nú fluttar í Skúlan á Argjahamri, har tarð eru betri umstøður, og har tað ber at kanna enn fleiri fólk, skuldi tørvur verið á tí.

 

Fyribils verða koronukanningarnar á Skúlanum á Argjahamri til og við sunnudagin 7. november. Sjúkrahúsverkið ger vart við, at fólk verða ikki kannað í bili, so tey skulu úr bilinum