Koronasmittan økir virksemið hjá nethandlum

Meðan vanliga handilslívið í stóran mun liggur stilt ella er stongt, hevur nethandilin seinastu vikuna tikið dik á seg.

Skálkur, Power og Elding hava allir tríggir nethandlar, og nú fólk aftra seg at fara til handils orsaka av vandanum av koronasmittu, merkja handlarnir økt virksemi á nethandlunum ístaðin.

– Vit hava havt ein ávísan vøkstur. Men vit vænta, at hann verður størri og størri, sum dagarnir ganga. Og tann einasti platformurin, sum vit kunnu operera á beint nú, hann er á netinum, sigur Lars Müller, stjóri í Skálki.

Útkoyringin hjá øllum trimum handlunum er nú eisini ókeypis, soleiðis at tað gagnar kundanum, og eingin teirra væntar nakrar trupulleikar við ella proppar í útkoyringini.

Les meira um virksemið hjá nethandlunum í Vikuskiftissosialinum, sum fæst á netinum her.