Koronakonsertir úr SMS

– Vanliga hevur SMS ymisk tiltøk á Torginum, men nú húsið er stongt, er hetta tíverri ikki gjørligt, skrivar SMS.

Somuleiðis hevur koronasmittan havt eina ávirkan á tónleikarar kring alt landið, við tað at konsertir og tiltøk eru avlýst. Tískil hava tey í SMS saman við fleiri føroyskum tónleikarum funnið upp á ráð, og fara tey at stroyma konsertir beinleiðis av Torginum í SMS. 

Tað er Kim Hansen, sum verður vertur til konsertirnar, og hann fer at fáa ymiskar tónleikarar á gátt, sum allir fara at framføra nøkur løg og fáa sær eitt prát við Kim. 

Konsertirnar verða stroymdar kl. 21 og byrja fríggjakvøldið 20. mars. Yvirlit yvir konsertirnar fæst á koronakonsert.fo, sms.fo og á Facebooksíðunum Koronakonsert og SMS á netinum. 

So statt kunnu føroyingar gleða seg til at fáa konsertir við nøkrum av fremstu tónleikarum í Føroyum heim í stovuna.