Koronaballada í Skotlandi

Forsætisráðharrin er í øðini og hóttir við at avlýsa fótbóltin, og NSÍ stendur møguliga á listanum hjá einum av feløgunum

Tað er ballada í skotskum fótbólti, eftir at átta spælarar hjá Aberdeen fóru á vertshús og ein spælari hjá Celtic hevur spælt, uttan at fylgja koronavegleiðinigni. Tað kann fáa ávirkan, tí NSÍ skal møguliga spæla móti Aberdeen.

Av teimum átta spælarunum hjá Aberdenn hava tveir fingið staðfest korona. Hjá Celtic er talan um Boli Bolingoli, sum hevur verið í Spania og er komin aftur og hevur spælt dyst, uttan at fylgja koronavegleiðingin hjá skotsum fótbóltsspælarum. Nú talar Forsætisráðharrin at skilinum.

- Sum tað minsta skulu tit vænta, at hvørki Aberdeen og Celtic spæla um vikuskiftið. Vit kunnu siga, at hetta er eitt gult kort. Hendir tað aftur, so verður tað reytt kort til skotskan fótbólt, sigur Nicola Sturgeon við BBC.

Bretland hevur verið hart rakt av koronasmittuni. Sæð við føroyskum eygum, so er tað áhugavert at skuldi NSÍ vunnið á Barry Town United úr Wales um eina stóra viku, so skulu teir spæla móti Aberdeen í Skotlandi í 1. umfari í Europa League.