Korona: Vit eru alt ov bjartskygd um koppseting

Vit vera ikki liðug at koppseta fyri koronu fyrr enn einaferð í november, sigur greinari, sum fylgir við, hvussu nógv koppingarevnið verður gjørt

Tað verður ikki liðugt at koppseta tey vaksnu í Danmark – og sostatt eisini í Føroyum – fyrr e enn síðst í november. Tað er niðurstøðan hjá bretsku greiningarfyritøkuni, Airfinity, skrivar Ritzau. Sostatt halda tey, at myndugleikarnir eru alt ov bjartskygdir á hesum øki, tá ið teir siga, at vit eru liðug at koppseta í juli, ella kanska í august.

 

Føroyar fylgja rættiliga donksu koppingarætlanini rættiliga neyvt, tí vit fáa umleið eitt prosent av tí koppingarevni, danir fáa.

 

Niðurstøðan hjá Airfinity er, at myndugleikarnir í Danmark undirmeta avleiðingarnar av, at koppingarevnið frá Astrazeneca og Johnson og Johnson ikki skal brúkast í Danmark og hinvegin yvirmeta tey nøgdina, sum kann útvegast frá øðrum veitarum hesar næstu mánaðirnar, sigur Rasmus Bech Hansen, stjóri í greiningarfyritøkuni, Airfinity, við Politiken.

 

Airfinity fylgir við, hvussu nógv koppingarevni verður framleitt um allan heimin og í hesum sambandi taka tey støðu í tí veruligu framleiðsluni og ikki í, hvat framleiðararnir lova at teir fara at framleiða.

 

Og niðurstøðan er, at av tí at myndugleikarnir í Danmark hvørki vilja brúka koppingarevni frá Astrazeneca ella Johnson og Johnson, fer tað at draga út. Myndugleikarnir í Danmark hava boðað frá, at seinast í august verður liðugt at koppseta øll tey vaksnu.

 

Fortreytin fyri tí er, at danir fáa 2,7 milliónir skamtar í juli. Og fortreytin fyri tí er so aftur, at ES sum heild, fær 270 milliónir skamtar í juli. Tað er tvær ferðir so nógv, sum Pfizer framleiðir til allan heimin í løtiuni og tí sigur Airfinity, at danska koppingarætlanin er veruleikafjar.

 

Granskarar í Nordea og í Danske Bank, halda eisini, at myndugleikarnir í Danmark eru ov bjartskygdir og at koppingarætlanin verur seinkað tvær ella tríggjar vikur. Danske Bank heldur enntá, at seinkingin kann verða upp til seks vikur. Eisini bankarnir fylgja væl við framleiðsluni av kopppingrevni, tí koppsetingin hevur stóran týdning fyri búskapin.

 

Steen Dalsgård, stjóri í heilsustýrinum, leggur dent á í politiken, at koppingarætlanin er nevniliga bara ein ætlan fyri mai mánað - men mánaðirnar aftan á er ein forsøgn.

 

-Ritzau-