Korona: Vit brúka ikki vit og skil í løtuni

Vit liva sum um at korona ikki var til og nú er støðan ógvuliga álvarsligt

Í gjár eru umleið 115 nýggir tilburðir av koronu, og tað er nógv tað hægsta talið nakrantíð. Og Michael Boolsen, formaður í farsóttarnevndini sigur, at nú er støðan álvarslig. Hann sigur, at í roynd og veru er støðan tann, at vit brúka ikki vit og skil, tí vit hava gloymt tilmælini um reinføri og frástøðu.

 

Tað eru eisini fleiri starvsfólk á sjúkrahúsum, eldrabýlum og øðrum stovnum, sum eru smittað og tað kann seta sjúkrahúsini og almannaverkið undir trýst.

 

– Tað er Føroya fólk sum í felag kann loysa trupulleikan, ikki landsstýrið og farsóttarnevndin, sigur fútin á tíðindafundi fyri eini løtu síðani.  Fútin sigur, at vit mugu brúka vit og skil, men tað gera vit ikki í løtuni. Hann sigur, at tí verður neyðugt at vit hugsa okkum um – og at vit hugsa fram í tíðina.

 

Tí gongur hann sjálvur undan sum eitt gott fyridømi og hevur avlýst øll jólaborðhald hjá løgregluni, sigur hann.