Nú skulu foreldur í Føroyum helst taka støðu til, um tey vilja lata tey smáu børnini eisini verða koppsetast fyri koronu. Í fyrradagin góðkendi EMA, sum er stovnurin ið hevur eftirlit við heilivági í ES, at tey 5 til 11 ára gomlu kunnu koppsetast fyri koronu. Tað er koppingarevnið frá Pfizer, sum er góðkent til tey 5 til 11 ára gomlu og tað er hetta koppingarevnið, sum verður brúkt í Føroyum.
Og danska heilsustýrið lá ikki á boðunum, tí longu gjár mæltu tey til, at tey 5 til 11 ára gomlu í Danmark verða koppsett. Og í dag verða tey fyrstu børnini koppsett.
Vit plaga at fylgja tilmælunum frá danska heilsustýrinum og Lars Møller, landslækni, sigur, at nú verður spurningurin eisini tikin upp í Føroyum um vit skulu koppseta tey 5- 11 ára gomlu. Hann sigur, at í næstu viku fer Farsóttarnevndin at hava fund um málið og tá verða eisini barnalæknarnir á Landssjúkrahúsinum bodnir við fyri at vita, hvørja áskoðan teir hava.
Landslæknin sigur, at so verður eitt tilmæli latið landsstýrinum, tí tað er landsstýrið, sum tekur endaliga støðu til koppseting.
Tá ið myndugleikarnir í Danmark mæla til at koppseta tey 5- 12 ára gomlu, er tað ikki endiliga fyri at verja tey, tí tey verða sjáldan serliga sjúk av koronu. Men tey smitta illa frá sær, og tað eru tey, sum dríva smittuna runt í samfelagnum.
Danski læknin, Peter Qvortrup Geisling sigur við DR, at sostatt er tað minst líka nógv fyri samfelagsins besta, at tey smáu børnini skulu koppsetast og ikki so nógv fyri teirra egna besta. Ein spurningur, foreldur sostatt skulu taka støðu til, er, um tey vilja taka hetta takið fyri samfelagsins besta, at tey lata børnini verða koppsett.
Men hann staðfestir samstundis, at tað er sanniliga eisini fyri barnsins besta, at vit hava eitt opið samfelag og fáa virka nøkunlunda frælst.
Og Lars Møller sigur, at støðan er akkurát tann sama í Føroyum og tí sigur hann, at verða tey smærru børnini koppsett - og verður undirtøkan fyri tí nóg stór - hevði tað hjálpt øgiliga væl í stríðnum ímóti koronu at koppsett tey eisini. Men hann ásannar eisini, at tað er ein heilt serlig støða at mæla til at koppseta børn. Men hann heldur, at tað hevði fingið stóran týdning í royndunum at tálma smittuspjaðingini.