Korona var helst í Evropa longu í 2019

Við at kanna fólk fyri andevni, hava granskarar funnið út av, at covid-19 helst var her um okkara leiðir aftur til desember 2019 - ella ein mánaða, áðrenn fyrstu tilburðirnir alment vórðu staðfestir í Evropa.

 

Tað eru nógvir spurningar og nógvir leysir endar, tá ein farsótt sum covid-19 rakar. Blóðroyndir eru til skjals í øllum londum, og tí ber til at kanna, um hesar eitt nú hava andevni móti covid-19 í sær.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at granskarar í Noregi hava funnið út av, at covid-19 helst var í Noregi heilt aftur til desember 2019 - ella ein mánaða, áðrenn fyrstu tilburðirnir alment vórðu staðfestir í Evropa.

 

- Eg eri sera bilsin. Vit kannaðu blóðroyndir aftur til desember 2019 fyri at vera heilt vís í, at vit fóru nóg langt aftur. Vit høvdu ikki væntað at funnið "positiv utslag" í hesum royndum so tíðliga.

 

Tað sigur verkætlanarleiðarin fyri norsku kanningini, Anne Eskild.

 

NTB skrivar, at fyrsti tilburðurin við covid-19 í Evropa varð staðfestur hin 27. januar í 2020, og hin fyrsti tilburðurin í Noregi varð staðfestur hin 24. februar sama ár.

 

- Kanningarnar vísa, at staðfestingarnar av andevni í blóði í Noregi soleiðis eru frá somu tíð, sum fyrstu tilburðirnir vórðu staðfestir í Kina. Hetta broytir frásagnirnar um koronu-farsóttina, heldur granskarin.

 

##med2##

 

 

 

Verkætlanarleiðarin fyri kanningini, Anne Eskild, professari.