Korona útsetir Eplafestivalin

- Fleiri tilburðir við koronu eru í Sandoynni í løtuni, har skúlar, barnagarður og fleiri familjur eru ávirkað av støðuni, eins og fleiri eru í sóttarhaldi.

 

 

Nevndin, sum stendur aftan fyri Eplafestivalin, sum skuldi verða á Sandi í morgin, 2. oktober, boðar nú frá, at festivalurin er útsettur vegna koronu. 

 

Avgjørt er at útseta festivalin til leygardagin hin 30. oktober.

 

- Fleiri tilburðir við koronu eru í Sandoynni í løtuni, har skúlar, barnagarður og fleiri familjur eru ávirkað av støðuni, eins og fleiri eru í sóttarhaldi.

 

Fyririeikararnir harmast um støðuna og vóna, at tað fer at bera til at halda Eplafestivalin hin 30. oktober.

 

- Øll, sum hava keypt atgongumerki, fáa tey endurgoldin. Nærri kunning um skrá fyri festivalin kemur seinni, sigur nevndin aftan fyri Eplafestivalin í Sandi.