Korona: Undrast á at tað er ókeypis

Og nú skal løgmaður greiða frá, hví fólk ikki skulu gjalda sjálvi

Tað er undrunarvert, at skattgjaldarin skal rinda fyri at tey, sum koma til Føroya, verða kannað, áðrenn tey sleppa út í samfelagið. Tað heldur Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Og nú skal løgmaður greiða Løgtinginum frá, hvat býr undir tí.

 

Koronukanningar eru aftur settar í gildi við landamarkið eftir boðum frá farsóttarnevndini. Tey, sum ikki eru koppsett, skulu kannast fyri koronu við markið, og tann kanningin er ókeypis.

 

Nú hevur Løgmaður so nakrar dagar at koma við eini frágreiðing og í tí sambandi skal løgmaður eisini greiða frá, hvussu nógv hetta fer at kosta landskassanum.

 

Løgmaður skal eisini greiða frá, um hann fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at øll ferðafólk, bæði tey, sum eru koppsett og tey, sum ikki eru koppsett, skulu rinda fyri koronukanningar við markið á sama hátt, sum tað var áður var.

 

Beina Løwe vísir á, at Løgtingið hevur áður samtykt, at ferðafólk skuldu sjálvi rinda fyri koronukanningar við markið. Hetta spardi føroyska skattgjaldaranum fyri nógvar milliónir

 

Men nú er tann mannagongdin slept, og tað er undranarvert, at kanningin av teimum, sum ikki hava koronupass, nú er ókeypis, og at skattgjaldarin skal rinda fyri hetta. Men tey, sum koma til Føroya, og sum hava koronupass, skulu rinda, um tey vilja verða kannað, tá ið tey koma til landið.

 

Fyrr í dag skrivaðu vit, at ferðafólk, sum eru komin til Føroya við flogfari um vikuskiftið, og høvdu koronupass, hava verið rættiliga misnøgd við, at tey máttu rinda fyri kanningina sjálvi.

 

Les meiri her: Tey sum kanna seg sjálvboðið skulu rinda fyri tað