Korona: Triðja prik verður uttan iva at framskundað

Tað er fyri at fáa tað at ganga skjótari

Føroyingar hava fylgt tilmælinum frá danska heilsustýrinum, og tað fara vit uttan iva eisini at gera í hesum føri. Tað sigur Lars Fodgaard, landslækni.

 

Korona er herjað á aftur, sum ongantíð áður og nógvastaðni er støðan hættislig. Myndugleikarnir hava staðiliga heitt á fólk um at lata seg koppseta tvær ferðir fyri at verja seg, og øll hini, sum frægast. Men myndugleikarnir hava eisini vitað, at verjan, fólk fáa av koppsetingini, viknar tá ið ein tíð er fráliðin.

 

Fyri at styrka órinsverjuna eru myndugleikarnir tískil farnir at bjóða fólki eina sproytu afturat. Nú eru tey so farin undir at koppseta fólk fyri triðju ferð ímóti koronu. Í fyrstu atløgu eru tað fólk yvir 65, sum nú fáa ta triðku sproytuna, umframt fólk annars, sum eru veik, og sum tískil ikki tola at fáa koronu.

 

Treytin hevur verið, at fólk fáa ikki ta triðju sproytuna fyrr enn minst seks mánaðir og tvær vikur frá tí at tey hava fingið aðru sproytuna. Men nú hava myndugleikarnir stytt tíðina ímillum aðru og triðju sproytu niður í seks mánaðir fyri at fáa tað at ganga skjótari. Sostatt kunnu fólk nú fáa ta triðju sproytuna seks mánaðir eftir at tey fingu aðru sproytu.

 

Landslæknin sigur, at í slíkum málum plaga vit í Føroyum at fylgja tilmælunum frá danska heilsustýrinum og hann ivast ikki í,  at tað fara vit eisini at gera í hesum føri. Sostatt er lítið at ivast í, at eisini í Føroyum verður tíðin stytt niður í seks mánaðir. Hann heldur eisini, at vit eiga ikki at hava ymsar reglur í Føroyum og í Danmark á hesum øki.

 

Landslæknin heldur, at tað er eisini lættari at halda skil á, táið tí tað eru seks mánaðir ímillum heldur enn at tað eru seks og ein hálvur mánaði ímillum.