Tað er framvegis eingin føroyingur funnin við Korona. Landslæknin sigur, at tað er greitt eftir at royndirnar, sum vórðu tiknar í gjár, eru greinaðar.
Sostatt eru nú 13.177 fólk í Føroyum kannað fyri korona, men allar tær seinastu 6.780 royndirnar hava verið negativar,
Tað merkir, at tað framvegis eru 187 føroyingar, sum hava fingið staðfest coronasmittuna, og teir eru allir langt síðani frískir aftur. Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl.