Korona: Tað gongur skjótt upp og niður

Eftir at nógvir tilburðir vóru í fyrradagin, er talið nú lækkað niður í helvt

Í gjár vóru 28 nýggir tilburðir av koronu staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Hetta vísir eisini, at tølini sveiggja nógv, tí í fyrradagin vóru yvir 50 tilburðir.

 

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu, sigur hann.

 

Í gjár vórðu 2.415 fólk kannað fyri koronu. Í løtuni eru 436 fólk smittað, fimm fólk eru innløgd, og 11 fólk eru nú deyð við koronu í Føroyum.