Korona: Tað er eitt endamál við at kanna frísk fólk

Út frá mínum sjónarmiði er treytin um, at vit ikki skulu kanna frísk fólk, meiningsleys, sigur Pál Weihe

Í dag fer farsóttarnevndin at halda fund og har fara tey eisini at tosa um, hvussu vit kunnu avmarka talið á koronukanningum. Koronukanningar eru ein dýr søga fyri samfelagi, tí tær kosta eina hálva millión, ella meir – um dagin.

 

Tí vilja politikarar avmarkað talið á koronukanningum, tí tað slær botnin undan landskassanum, sum onku hevur tikið til. Eitt nú siga tey, at tað er óneyðugt at kanna fólk, sum eru frísk.

 

Annars verða nógv fólk kannað av fyribyrgjandi áðum, antin tí at arbeiðspláss krevja tað, ella tí at tey at tey skulu á ellisheim at vitja, og so framvegis.

 

Les eisini: Koronu: Tað er óneyðugt at kanna frísk fólk í hópatali

 

Pál Weihe, sum eisini ráðgevur í koronu, sigur, at út frá einum almanna-heilsuligum sjónarmiði, er hann ikki samdur í, at vit frísk fólk ikki skulu kannast fyri koronu.

 

Hann vísir á, at leygardagin vórðu 34 tilburðir av koronu staðfestir, men tá vórðu 1.088 fólk kannað. Sostatt eru yvir trý prosent sjúk av teimum, sum eru kannað.  Fríggjadagin vórðu 2.563 fók kannað og tá vórðu 63 tilburðir staðfestir og tað vísir, at 2,5 prosent av teimum, sum verða kannað, eru smittað. Landslæknin hevur áður boðað frá, at tað talið skal helst undir 1,5 prosent, so enn er langur vegur til vit kunnu siga, at støðan er nøktandi.

 

– Hetta sigur mær so mikið sum tað, at tess fleiri fólk, sum verða kannað, tess fleiri tilburðir finna vit, sigur Pál Weihe.  Gevast vit at kanna, verða heldur eingir tilburðir staðfestir - men fyri tað gongur koronum sigur hann.

 

Hann skilur væl, at hetta eisini er ein fíggjarligur spurningur. Men hann sær eitt sindur øðrvísi upp á tað. Men skulu vit hyggja at støðuni út frá einum almanna-heilsuligum sjónarmiði, er tað misvísandi at siga, at vit ikki skulu kanna frísk fólk.

 

– Veruleikin er ein stórur partur av teimum, sum bera smittuna runt, vita ikki av, at tey hava koronu. Og endamálið við kanningum er nettupp at finna tey, sum eru sjúk, uttan at tey vita av tí.

 

– Sostatt kann tað ikki brúkast til nakað yvirhøvur at seta sum eina treyt fyri at verða kannað, at fólk hava sjúkutekin, sigur Pál Weihe. Út frá einum berum læknafakligum sjónarmiði, er tað ikki tann rætti vegurin at fara at skerja talið á kanningum, leggur hann afturat.

 

Landssjúkrahúsið hevur boðað frá, at skal játtanin halda, skal talið á kanningunum skerjast 50 prosent. Trupulleikin verður, at so verða tað enn fleiri fólk, sum ganga sjúk, uttan at vita av tí, og dríva smittuna runt í samfelagnum, sigur Pál Weihe.

 

Les eisini: Mugu skerja talið á koronukanningum 50 prosent