Korona: Tað er eingin grund til at leggja eftir løgmanni

Hetta er ein spurningur, vit nú viðgera innanfloks, sigur Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin

Tað er óheppið, at hetta skrivið er almannakunngjørt frá Miðflokkinum. Tað sigur Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin.

 

Nú er skipanin við koronupassi sett úr gildið aftur og nú rør Miðflokkurin á heimasíðu síni upp undir, at løgmaður skal biðja Føroya fólk umbering fyri at hava elvt til spjaðing og fyri at hava frælsistikið fólk óneyðugt.

 

Tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á Jenisi av Rana, formanni Miðfloksins. Men í áðni segði Bill Justinussen, formaður fyri Miðflokkin á Løgtingið, sigur, at hetta er eitt sjónarmið hann als ikki tekur undir við.

 

Les meiri her: Hetta er tápuligt

 

Heldur ikki hin tingmaðurin fyri Miðflokkin, Steffan Klein Poulsen, tekur undir við frá boðanini á heimasíðuni hjá flokkinum. Hann sigur, at hetta er lagt á heimasíðuna uttan at nakar er spurdur og tað er ein spurningur, tey nú viðgera í flokkinum.

 

Hann ásannar, at tað er meiriluti í Miðflokkinum ímóti koronupassi og tað boðaðu tey løgmanni frá. Men tey boðaðu eisini løgmanni frá, at tók hann støðu til at seta eina skipan við koronupassi í gildið, fór Miðflokkurin heldur ikki at seta seg upp ímóti tí.

 

 – Í roynd og veru var tað eitt mest sum eitt fólksligt krav, at vit skuldu fáa koronupass og tað var orsøkin til, at skipanin varð sett í verk, sigur Steffan Klein Poulsen. Nettupp tí heldur ikki, at tað er rætt at leggja á løgmann nú skipanin er sett úr gildið aftur. Hann vísir eisini á, at talan var um eitt tilmæli og ikki um eina lóg av nøkrum slag.

 

– Tað er óheppið, at hendan fráboðanin er komin frá Miðflokkinum, sigur Steffan Klein Poulsen.