Tað sær út til, at vøksturin er tálmaður, tí tað hesar seinastu dagarnar eru ikki líka nógv smittað við korona, sum tað vóru fyri nøkrum døgum síðani.
– Pílurin vísir ikki so nógv upp eftir, sum hann hevur gjørt, men vit vilja helst hava hann at ganga niðureftir aftur, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni, í tíðindunum á FM1 nú seinnapartin.
Í fyrradagin vóru 14 fólk smittað við korona og í gjár var smittan staðfest hjá 12 fólkum – men hartil er at siga, at allar royndirnar eru ikki greinaðar enn.
Í løtuni eru næstan 1200 fólk í sóttarhaldi og yvirlæknin væntar, at nøkur av teimum eru eisini smittað.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu yvirlæknin metti støðuna nú seinnapartin.