Tað hevur sera stóran týdning, at vit yvirtaka lógina um farsóttir yvir á føroyskar hendur. Tað heldur Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin.
Lógin um farsóttir er danskt málsøki og sostatt hava føroyskir myndugleikar sera avmarkaðar heimildir at seta tiltøk í verk ímóti koronu.
Men í gjár feldi Løgtingið við stórum meiriluta, eitt uppskot frá Tjóðveldi um at yvirtaka málið á føroyskar hendur. Fleiri tinglimir í samgonguni taka annars undir við, at lógin verður yvirtikin, men tey føla seg bundin av eini avtalu í samgonguni um, at mál, sum ikki standa í samgonguskjalinum, skulu ikki fremjast uttan at semja er í samgonguni.
Og tað er ikki semja í samgonguni um at yvirtaka málsøki og tað er serliga Sambandsflokkurin, sum setir seg ímóti tí. Tinglimir fyri Sambandsflokkin føra fram, at tað er óneyðugt at broyta nakað, tí vit hava klárað at bara koronu niður fleiri ferðir undir teirri skipan, vit hava í dag.
https://www.in.fo/news-detail/news/korona-tad-er-oneydugt-at-yvirtaka-malid/LES EISINI: Tað er óneyðugt at yvirtaka málið
Men Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, heldur, at flokkarnir í samgonguni eiga at seta seg saman um at yvirtaka málsøkið. Hon heldur, at tað eigur at lata seg gera at finna semju um tað, hóast tað ikki stendur í samgonguskjalinum.
Hon sigur vit eiga at seta okkum spurningin um tað er til frama fyri fólkaheilsuna, at málið verður yvirtikið. Sjálv er hon ein av teimum, sum halda, at tað eigur at verða yvirtikið. Tað átti ikki at verið ein trupulleiki at yvirtikið málið og vilja vit málinum væl, eiga vit at seta okkum saman. Tað hevur sera stóran týdning at fáa hetta málsøkið á føroyskar hendur, sigur hon.
Annika Olsen sigur, at sum støðan er nú, eru vit á markinum til at vit ikki fáa virka á økinum, og tað er ikki nøktandi, sigur hon.
Floksfelagið hennara, Brandur Sandoy, sigur, at vit mugu fáa størri heimildir á hesum øki, so at vit eisini fáa møguleikan at lata landamørkini aftur, skuldi tað verið neyðugt í eini støðu, har ein farsótt herjar um heimin.
Ein triði floksfelagið, Christian Andreasen skilir ikki, hví politiski myndugleikin tvíheldur um, at vit skulu stýra okkum ígjøgnum eina heimsumfatandi farsótt, uttan at hava myndugleika at lóggeva á økinum.