Korona: Strandferðslan setir tiltøk í verk á skipunum

Ferðafólkatalið verður helst skert – men ikki á Smyrli

Strandferðslan fer nú at seta fleiri tiltøk í verk umborð á skipunum. Tað er fyri at forða fyri at koronasmittan breiðir seg, og eisini fyri at verja manningina hjá Strandferðsluna ímóti smittu.

Verður manningin á Strandferðsluni ov hart rakt av korona, verða tey noydd at leggja skipini, segði Hilmar Eliasen, stjóri, við okkum fyrr í dag.

https://www.in.fo/news-detail/news/korona-vit-mugu-altid-hava-noekur-folk-a-bonkinum/Les meiri um tað er: Vit mugu altíð hava nøkur fólk á bonkinum

Nakað síðani komu tilmæli frá myndugleikunum um at vit skuldu ikki savna okkum í størri bólkar enn í mesta lagi 100 fólk, og tað fekk Strandferðsluna at skerja mest loyvda tal á ferðafólkum til 100 fólk við Smyrli, við Teistanum og við Sam, sum øll annars taka yvir 100 fólk. Øll hini skipini hava loyvi til eitt ferðafólkatal, sum er undir 100.

Men í gjár komu nýggj tilmæli frá myndugleikunum um, at vit skulu halda okkum frá at savnast í bólkum, men í hvussu so er skulu vit í mesta lagi vera 10 fólk saman.

Og tí hevur Strandferðslan umhugsað støðuna av nýggjum og í hesum sambandi hevur fundur verið við landsstýrið og við farsóttanevndina um hesi viðurskiftini.

Og Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at arbeitt verður nú við nýggjum tilmælum um, hvussu siglingin við ferðafólki verður skipað.

Sum heild er tilmælið, at fólk skulu ikki ferðast uttan í neyðugum ørindum og rakstraarleiðarin sigur, at ferðafólkatalið er rapað í botn seinastu dagarnar, og nú er tað ikki meiri enn 10 prosent av tí, tað plagar at vera.

Nýggju tilmælini vera fyri hvørt einstakt skip, og umframt at leggja upp fyri tilmælunum um ikki at hava meiri enn 10 fólk saman, verður eisini upp fyri tilmælunum um at minst tveir metrar skulu vera ímillum hvørt fólk.

Á Smyrli verða ikki nakrar skerjingar, tí mett verður, at tað ber til at hava 100 fólk við uttan at tey eru ov tætt saman. Harumframt hevur Strandferðslan eisini fingið loyvi til at flyta 25 fólk á biladekkinum á Smyrli soleiðis at fólk kunnu vera í bilinum undir sigling. Talan kann vera um fólk, sum eru í skulu í sóttarhald, ella sum hava sjúkueyðkenni.

Á øllum hinum skipunum verður ferðafólkatalið eisini skert nakað aftur ímóti tí tað hevur verið higartil.

Annars eru eisini aðrar tillagingar gjørdar hjá Strandferðsluni fyri at forða fyri, at manningarnar leggjast sjúkar, tí so liggja skipini.

Ferðaætlanin hjá Smyrli og Teistanum eru broyttar, og manningin á Smyrli etur í fýra bólkum fyri at tey ikki skulu sita ov tætt saman.