Koronufarsóttin er kyknað upp aftur, og tað er serliga ungfólk, sum ikki eru koppsett ung, sum eru sjúk og sum dríva smittuna runt í samfelagnum Talið á innleggingum veksur, og tað er stórt trýst kanningarstøðini. Nýggjastu tølini vísa, at í løtuni eru 437smittað, og 564 fólk eru í sóttarhaldi. Eisini talið á innløgdum koronusjúklingum er vaksandi, í gjár vóru fimm fólk innløgd.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, staðfestir, at so ring sum nú, hevur støðan ongantíð verið áður.
Hann vísir á, at 84 prosent av øllum føroyingum yvir 12 ár, eru koppsett tvær ferðir fyri koronu. Men tað er ymiskt, hvussu nógv fólk í ymsum aldursbólkum, eru koppsett. Í aldursbólkurin 20 -24 ár, eru 92 prosent koppsett tvær ferðir, men annars eru tað tey yngru, sum er trekast at lata seg koppseta.
Tað eru foreldrini, sum gera av tum tey 12-14 ára gomlu verða koppsett og í tí aldursbólkinum eru tað bara 39 prosent, sum eru koppsett tvær ferðir. Annars eru tað tey ungu sjálvi, eisini tey ungu ímillum 15-17 ár, hóast tey ikki eru myndug. Í øðrum aldursbólkum upp til 49 ár, eru tað 78 – 87 prosent, sum eru koppsett.
Í teimum eldru aldursbólkunum ery yvir 90 prosent av fólkinum, koppsett, í summum aldursbólkum eru tað næstan 100 prosent.
– Tey ungu hava tann fyrimunin, at tey eru mótstøðuførari enn eldri og heilsuveik fólk, og enn er heldur ongin vorðin so sjúkur í hesari bylgjuni, at tørvur hevur verið á intensivari viðgerð, eitt nú respiratorviðgerð.
– Men heldur gongdin fram, kann støðan gerast verri, tí orkan hjá heilsuverkinum er avmarkað - eisini um tørvur ikki er á intensivari viðgerð, sigur landsstýrismaðurin. Og tí mælir hann staðiliga til, at øll lata seg koppseta, og serliga harmast hann um, at tað eru so nógv av teimum yngru, sum ikki eru koppsett.