Korona smittar ikki við mati

Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir kortini til at ansa væl eftir í køkini

Tað er at kalla eingin vandi fyri, at fólk kunnu vera smittað við korona av mati, tey eta, ella fáast við annars.

Tað staðfestir danska matvørueftirlitið.

Tey siga, at skuldi onkur, sum er smittaður við korona, ført smittuna yvir á matvørur, eiga fólk ikki at stúra fyri at tað kann bera smittuna víðari.

Orsøkin er, at koronavirus smittar ígjøgnum andaleiðina og ikki ígjøgnum vælindi og magan.

Hesa metingina hevur danska matvørueftirlitið frá matvørueftirlitinum í Evropa, European Food Safety Authority, EFSA, sum hevur kannað granskingarúrlit á hesum øki.

Tað eru heldur eingi dømi um, at fólk eru smittað við korona av matvørum ella drykkjuvørum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Men annars mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan til at vit fylgja reglunum um reinføri. Og tær reglurnar eru at tey, sum fáast við mat, skulu vaska sær um hendurnar, bæði ofta og væl.

– Tá ið hendurnar verða vaskaðar, skulu tær vaskast við rennandi, flógvum vatni og flótandi handsápu. Hendurnar skulu turkast í einnýtishandklæði.

Fólk skulu – í mista lagi – vaska sær um hendurnar

– Tá ið tey fara undir at gera mat.

– Tá ið tey koma aftur í køkina eftir at hava verið eini ørindi.

– Tá ið tey hava verið á wc og tá ið tey hava snýst sær, ella klóra sær.

 – Tá ið tey eru farin úr handskum.

Fólk skulu eisini vaska sær um hendurnar, hvørja ferð tey fara frá einum arbeiði til annað og tá ið tey hava tikið ímóti pengum. Tey skulu eisini vaska sær um hendurnar, tá ið tey hava tosað í telefon og tá ið tey eru liðug at gera reint.

Fólk skulu eisini vaska sær væl um hendurnar, tá ið tey skifta ímillum at arbeiða við rávøru og lidnum mati, og tá ið tey skifta ímillum at arbeiða við kjøti og grønmeti.

Og Heilsufrøðiliga Starvsstovan leggur eisini dent á, at tað er ikki líka gott at reinsa við spritti, sum tað er at vaska sær við sápu og vatni.

Eru hendurnar vátar, ella dálkaðar tí at tú hevur fingist við mat, ger spritt lítla og onga nyttu. Annars ger spritt heldur ikki nakran mun ímóti norovirus, ið er atvoldin til nógvar sjúkutilburðir, ið stava frá mati, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.