Korona: Sleppa undan at gjalda í eina tíð afturat

Vit kunnu ikki leggja gjald á summi og lata onnur sleppa fyri einki

Ferðafólk sum koma til Føroya, og skulu kannast fyri koronu, sleppa frá at gjalda fyri tað. Í hvussu so er í eina tíð afturat. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. 

 

Beina Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvørja støðu, løgmaður hevur til málið. Hann sigur, at tað er ikk lógarheimild til at leggja gjald á summi, samstundis sum at onnur sleppa fyri einki. Í løtuni er støðan tann, at Farsóttarnevndin hevur gjørt av, at tey, sum koma til Føroya, uttan at hava koronupass, skulu kannast  - og tá ið tað er eitt krav frá myndugleikunum, er tað ókeypis. Tey, sum hava koronupass, kunnu biðja um at verða kannað, men tað er sjálvboðið og so kostar tað 390 krónur.

 

Løgmaður sigur eisini, at eftir hansara tykki áttu vit at kanna øll, sum koma til Føroyar, men tað er avgerðin hjá Farsóttarnevndini.

 

Tað hevur verið ført fram, at koronukanningarnar eru so dýrar, at tær eru við at sláa botnin undan landskassanum. Men Bárður á Steig Nielsen sigur, at tað eru ikki koronukanningarnar á markinum, sum sláa botnin undir landskassanum. Hann sigur, at tað eru bara seks prosent av ferðafólkunum, sum koma við flogfari, sum verða kannað, øll hini hava koronupass.

 

Væntandi fara eini 25.000 ferðafólk at koma til Føroyar afturat í ár og tað merkir, at landskassin skal rinda einar 300.000 krónur afturat í ár til koronukanningar á flogvøllinum.

 

Løgmaður vónar, at smittutølini fara at lækka skjótt. Og tá ið tey eru lækkað, vónar hann eisini, at farsóttarnevndin tekur ta støðu, at øll, sum koma til Føroyar skulu kannast, koronupass ella ikki. Endamálið við tí er at forða fyri, at smitta verður borin inn aftur í landið uttaneftir. Hendir tað at øll skulu kannast, fer landsstýrið at gera eina skipan, har ferðafólk sjálvi skulu rinda fyri kanningina.