Korona: Skulu ikki vera meiri enn 10 fólk saman

Arbeitt verður eisini við at stytta tíðina, summi skulu vera í sóttarhaldi

Tað er neyðugt bæði at broyta og herða nøkur tiltøk í royndini at avmarka korona- smittuna í Føroyum.

Tað mælir farsóttarnevndin til eftir ein fund nú seinnapartin.

Nýggja tilmælið er nú, at, vit skulu ikki at savnast í bólkumm sum eru størri enn í mesta lagi 10 fólk, og helst minni enn tað.

Og nú skal tað eisini bera til at stytta tíðina, summi fólk skulu vera í sóttarhaldi. Sum støðan er nú, skulu øll vera í sóttarhaldi í tvær vikur, men nú skulu skipanir setast í verk, soleiðis at starvsbólkar, sum, hava eina avgerandi leiklut í at hava samfelagið gangandi, skulu ikki vera í sóttarhaldi meiri enn eina viku.

Annars verður, enn eina ferð, staðiliga mælt til, at gera sítt ítarsta at fylgja teimum fakligu tilráðingunum fyri at byrgja fyri smittuspjaðing.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at hann tekur undir við tilmælunum hjá Epidemikommisjónini.

– Støðan við koronasmittuni í Føroyum broytist støðugt. Tí er neyðugt, at vit støðugt laga okkara tilmæli til.

– Eg vil enn einaferð staðiliga heita á allar borgarar í landinum um at fylgja teimum tilráðingum, sum heilsumyndugleikarnir mæla til, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.