Korona: Skulu ikki stúra fyri mati og drekka

Men fólk, sum eru sjúk, skulu ikki fáast við matvørur

Korona smittar ikki við mati og drekka

 

Men fólk, sum eru sjúk, skulu ikki fáast við matvørur

 

Fólk fáa ikki korona frá mati og drekka. Tað staðfestir Heilsufrøðiliga Starvsstoan í eini nýggjari leiðbeining.

Í hvussu so er, er tað ongantíð staðfest at matur og drekkivatn hava smittað fólk við korona, verður lagt afturat.

Sostatt er tað trygt at eta bæði kjøt, fisk og annan mat og tað er eisini vandaleyst at flyta fisk, og aðrar matvørur, av landinum.

Í høvuðsheitum smittar korona við dropum í luftini, sum fólk síðani fáa í seg, tí tey anda tað í seg, ella tí tey fáa tað á hendurnar og síðani røra við munnin, nøsina, ella eyguni og fáa tað í seg upp á tann mátan.

Vit kunnu eisini verða smittað við korona av hurðalásum, telefonum, knappaborðum, og øðrum. Fólk, sum hava korona, og sum hosta í hondina, kunnu eisini breiða smittuna víðari við hondunum.

Tí minnir Heilsufrøðiliga Starvsstovan enn einaferð á, hvussu avgerðandi tað er at vaska sær um hendurnar, bæði væl og ofta.

Men hóast korona ikki smittar við mati, er tað kortini eisini avgerandi, at sfólk, ið arbeiða við mati, ikki eru til arbeiðis, tá ið tey eru sjúk, leggja tey afturat.