Korona skal ikki longur bólkast sum ein hættislig sjúka

Tað er ikki grundarlag fyri at hav koronu á listanum yvir sjúkur, sum eru hættisligar fyri samfelagið, siga myndugleikarnir

Tað er framvegis av størsta týdningi, at fólk lata seg koppseta, sigur stjórin í danska heilsustýrinum

Korona skal ikki longur bólkast sum ein sjúka, sum er vandamikil fyri samfelagið. Ta niðurstøðu er danska heilsustýrið komið til. Og tey siga, at tað verður frá umleið 1. apríl, at korona verður tikið av listanum.

 

Men tekur ein variantur av koronu seg upp, sum fólk verða illa sjúk av, kann støðan broytast aftur, siga tey.

 

Samfelagsliga vandamiklar sjúkur eru tær sjúkur, har heimild verður at seta serlig tiltøk í verk eftir frsóttarlógini, eitt nú at seta fólk í sóttarhald.

 

Søren Brostrøm, stjóri í danska heilsustýrinum, fegnast um, at korona ikki longur lýkur treytirnar fyri at vera á listanum yvir sjúkur, sum eru ein hóttan ímóti samfelagnum

 

Men hann minnir samstundis á, at tað er týdningarmikið, at vit ikki gloyma, at korona gongur framvegis, og at eisini framvegis verður neyðugt at byrgja fyri, at fólk verða álvarsliga sjúk av koronu. Men framyvir verður tað upp á sama máta sum vit gera við influensa.

 

Orsøkin til avgerðina um at taka koronu av listanum yvir samfelagshóttandi sjúkur, er, at nú eru tað ógvuliga fá, sum verða álvarsliga sjúk og samstundis hava vit fingið koppingarevni, sum muna sera væl tí tey eru lagað til teir ymsu variantarnar, sum ganga. harumframt finst eisini heilvágur, sum minkar munandi um vandan fyri álvarsligari sjúku.

 

Korona hevur broytt seg síðani omikron variantarnir fóru at ganga – men korona smittar framvegis ógvuliga illa og nógv fólk verða eisini sjúk, sigur Søren Brostrøm í eini fráboðum frá heilsustýrinu.

 

Tí leggur hann dent á, at tað er av størsta týdningi, at fólk lata seg koppseta.

 

 

 

Tað er framvegis av størsta týdningi, at fólk lata seg koppseta, sigur stjórin í danska heilsustýrinum