Korona skal ikki leggja dempara á ólavsøkuna

Men kortini eru nøkur viðurskifti, vit skulu hugsa um, heldur Pál Weihe

Eftir at korona hevur lagt fót fyri tær seinastu ólavsøkurnar, hava nógv havt tað vón, at vit kundu fáa eina púra vanliga ólavsøku í ár. Men so hava nýggir variantar av koronu tikið seg upp og teir hava eisini rakt Føroyar. Serliga seinni í ár, í heyst og í vetur, er væntandi, at korona fer at ganga aftur av álvara.

 

Ikki tí tað føroyingar verða smittaðir alla tíðina, og Pál Weihe, professari í fólkaheilsufrøði, sigur eisini, at vit mugu staðfesta, at smittan ferðast rættiliga frítt í føroyska samfelagnum.

 

Skal ikki spilla spælið

 

Men Pál Weihe heldur ikki, at vit skulu lata koronu sleppa at leggja ein dempara á ólavsøkuna.

 

Hann sigur, at føroyingar eru tí­ betur í teirri støðu, at nógv tey flestu av okkum eru koppsett tríggjar ferðir, og tað gevur ein hampiliga góðan immunitet, hóast tað er nakað síðani, at vit eru koppsett.

 

Og tað eru eisini heilt nógvir før­ oyingar, sum hava havt koronu, bæði eina og tvær ferðir og tað gevur eisini ein ávísan immunitet.

 

Sostatt eru vit rættiliga væl fyri – og støðan er eisini tann, at hóast teir nýggju variantarnir smitta illa, taka teir ikki so fast, serliga ikki hjá fólki, sum eru væl fyri annars.

 

Men Pál Weihe minnir kortini á at vit eiga brúka vit og skil – bæði á ólav­ søku, men eisini sum heild.

 

– Korona er ikki longur bólkað, sum ein samfelagshóttandi sjúka, men tað leggur bara enn størri ábyrgd á hvønn einstakan av okkum av ansa væl eftir, sigur hann.

 

– Eg haldi, at fólk, sum føla seg sjúk, hosta og snora, skulu ikki fara út ímillum fólk og tey eiga heldur ikki at fara til arbeiðis, fyri at skeppa undan at smitta frá sær, leggur hann afturat.

 

– Tey sum føla seg sjúk, skulu ansa eftir, akkurát sum tey ansa eftir tá ið tey hava inf luensu.

 

Hann mælir eisini til, at fólk, sum føla seg sjúk, kanna seg við eini snartest, áðrenn tey fara at vitja ommur og abbar, ella gomul og veik yvirhøvur.

 

Sum vit hava skrivað, er avgerð eisini tikin um, at bjóða sjúkum og veikum, og øllum yvir 50, eina koppseting afturat fyri koronu. Fyrst verða tey gomlu og veiku, koppsett, men frá 1. oktober stendur øllum yvir 50 í boði at verða koppsett fyri koronu.

 

Koppsetingarevnið, vit hava havt, verjir ikki so væl ímóti teimum nýggju variantunum, men Pál Weihe sigur, at vónin er, at tað eydnast at laga kopp­ setingarevnið til, so at teir verja betur ímóti teimum nýggju variantunum.a

 

Ein undarligur gamal siður

 

Men so er tað gamli, føroyski siðurin at øll drekka úr sama glasi, og av somu fløsku. Er tað ráðiligt á ólavsøku?

 

Tað er ein siður, Pál Weihe heldur lítið um, ikki bara á ólavsøku, men yvirhøvur. Hann dugir ikki at síggja sjarmuna í at øll skulu drekka av sama glasi, ella av somu fløsku. Tað er ein smittukelda, ikki bara í sambandi við koronu, men eisini í samband við so nógvar aðrar sjúkur, sigur hann.

 

– At drekka av sama glasi, er ein undarligur siður, sum vit áttu at hildið upp at við, sigur hann. Tí heldur hann, at, sum bjóða snaps á ólavsøku, áttu at givið fólki hvør sítt glas, og verður bjóðað av fløsku á gøtuni, eru hyggju­ ráðini at hava smá plastgløs við sær, so at øll fáa hvør sítt glas.