Korona: Sjey tilburðir í gjár

Í løtuni eru 125 persónar smittaðir við Covid-19

Í gjár vórðu 7 nýggir smittutilburðir av covid-19 staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Tvey vórðu smittað í Føroyum, og eru partar av kendum smittukeldum. Ein var positivur við endurkanning dagin eftir komu, hini fýra vóru positiv við kanning eftir komu til Føroya av Mallorka.

 

Í løtuni eru 125 persónar smittaðir við Covid-19.