Korona: Seta fleiri tiltøk í verk á sjúkrahúsunum

Nøkur fólk, sum hava bíðað eftir at verða løgd undir skurð, verða noydd at bíða enn longur

Nú korona aftur er farið at ganga, hevur sjúkrahúsverkið sett fleiri tiltøk í verk fyri at avmarka smittuspjaðingina á teimum trimum sjúkrahúsunum. Eitt nú verða fleiri skurðviðgerðir útsettar. Tað merkir, at skurðviðgerðir, sum eru lagdar til rættis, verða útsettar fyri at hava trygd fyri, at hava nokk av seingjaplássum til fólk, verður tað neyðugt at leggja fleiri fólk inn við koronu.

 

Her er talan um skurðviðgerðir, har tað er neyðugt at fólk verða innløgd. Skurðviðgerðir, har sjúklingurin sleppur heim sama dag, verða sum ætlað og bráðneyðugar skurðviðgerðir verða altíð gjørdar.

 

Nøkur, sum fara á sjúkrahúsini til kanningar og viðgerð, skulu nú eisini kannast fyri koronu, áðrenn tey sleppa inn á sjúkrahúsið. Kanningin skal ikki vera eldri enn 48 tímar og úrslitið skal vera negativt. Her verður hugsað um sjúklingar, sum eru boðsendir at koma til dag-skurðviðgerð ella skopi-kanningar, eisini børn. Her verður eisini hugsað um ambulantar sjúklingar, sum skulu kanna lungnafunktiónina.

 

Sjúkrahúsverkið heitir samstundis á øll, ið hava ørindi á sjúkrahúsinum, at vera í masku fyri munn og nøs. Eisini tey, ið skulu koppsetast skulu vera í masku.  

 

Avmarkingar eru framvegis galdandi fyri avvarðandi og onnur, sum ætla sær at vitja deildunum. Heitt verður á avvarðandi hjá innløgdum sjúklingum á øllum trimum sjúkrahúsunum, at avmarka vitjan so nógv, sum til ber. Vitjandi skulu ringja til deildina, áðrenn tey koma og hesa vikuna skulu øll vitjandi vera í masku ímeðan tey eru inni á sjúkrahúsunum.

 

– Vitjandi, sum ikki eru koppsett, og sum hava verið uttanlands, skulu hava negativa koronu-kanning, áðrenn tey koma at vitja á sjúkrahúsunum, sigur sjúkrahúsverkið