Síðani í apríl hava yvir 200 granskarar úr øllum heinum víst á, at teir hava illgruna um, at korona smitta verri ígjøgnum luftina enn higartil hildið, og teir hava samstundis skuldsett alheims heilsustovnin, WHO fyri at skúgva tann illgrunan frá sær.
Higartil hava myndugleikarnir ført fram, at korona smittar við dropum, sum kemur í luftina frá fólki tá ið tey njósa ella hosta. Men teir hava eisini sagt, at hesir droparnir eru so mikið stórir, at teir fella til jarðar lutfalsiga skjótt.
Men seinastu tíðina hava yvir 200 granskarar úr øllum heiminum víst á, at tað eru alsamt fleiri prógv fyri, at korona eisini smittar við ersmáum dropum, ella mikrodropum, sum verða hangandi í lftini leingi.
Og nú hevur Benedetta Alegrazzi, sum samskipar smittufyribyrgjandi arbeiðið hjá WHO, sagt á tíðindafundi, at hetta ein spurningur, sum alsamt verður granskaður. Hon ásannar eisini, at prógvini fyri tí verða fleiri og fleiri, men tey eru ikki endalig og tí kann eingin niðurstøða gerast enn.
Hon sigur, at tískil kann tað ikki útihýsast, at korona smittar við mikrodropum, sum verða hangandi í luftini, serliga í mannamúgvum, og innandura, helst har útluftingin er vánalig.