Korona: Salt stongir og leikur og annað útsett

SALT, mentanarhúsið á Drelnesi, hevur boðað frá, at onki virksemi er í húsinum komandi vikuna, og húsið stongir. hetta er orsakað av koronustøðuni.

 

Suðuroyar Sjónleikafelag tekur nú avleiðingarnar av hesum.

 

Ætlandi skuldi felagið frumsýna leik leygardagin, men bæði frumsýning og fyrsta sýning eru nú útsettar.

 

Vit avgjørt at útseta premieruna 30. oktober og sýningina 5. november. Premieran verđur útsett til 12. november og sýningin til 13. novenber, boðar Suðuroyar Sjónleikafelag frá í kvøld.

 

Talan er um leikin "Fótur í hosu" eftir Súsonnu og Hans Tórgarð. Ria Tórgarð hevur leikstjórnað.