Hóast ein stórur partur av samfelagnum varð lagdur lamin í fleiri vikur av korona, sæst tað ikki aftur í teimum inntøkum, landskassin og kommunukassarnir hava havt av vanligum skatti.
Ein nýggj uppgerð hjá Taks vísir nevniliga, at fyrra hálvár í ár, høvdu kommunurnar fingið eina góða milliard inn í kommunuskatti og tað eru 50,8 milliónir, ella 15,16 prosent meiri enn tær fingu fyrra hálvár í fjør.
Sama gongdin er hjá Landskassanum, tí fyrra hálvár í ár hevur hann fingið slakar 887,9 milliónir inn í vanligum skatti, og tað er slakar 49 milliónir ella 5,93 prosent meiri enn hann fekk í sama tíðarskeiði í fjør.
Av teimum 29 kommununum í landinum, eru tað bara fimm, sum hava fingið minni inn í skatti higartil í ár, enn tær fingu í fjør. Av teimum eru tær tríggjar í Suðuroy, neviniliga Sumbiar Kommuna, har afturgongdin er 2,01 prosent, Hovs Kommuna, har afturgongdin er 3,99 prosent og Tvøroyrar Kommuna, har afturgongdin er 0,57 prosent.