Korona: Ringasti dagur síðan apríl

Seinastu vikuna er talið av smittutilburðum í Tokyo økt, og seinasta samdøgnið setti býurin met.

 

Sambært tíðindamiðlinum, Fuji News Network, eru 224 nýggir korona-tilburðir staðfestir í Tokyo seinasta samdøgnið, og hetta er størsta tal av staðfestum smittaðum í japanska stórbýnum, síðan farsóttin byrjaði at gera um seg.

Hetta er samstundis fyrstu ferð síðan hin 17. apríl, at talið av smittaðum í eitt samdøgur í Tokyo fer yvir 200, veit Japan Times at siga. Japan hevði sín fyrsta korona-tilburð í januar í ár, og hin 17. apríl vórðu 206 tilburðir staðfestir í býnum.

Seinastu vikuna er talið av smittutilburðum økt, men myndugleikarnir í býnum hava sagt, at hetta er tí, at fleiri korona-royndir eru tiknar. Sambært Japan Times er støðan hjá seks korona-sjúklingum hættislig, men sambært miðlinum er eingin deyður av korona í Tokyo seinastu tvær vikurnar.