Tað gongur væl hjá BankNordik, og sambært nýggjastu metingunum verður úrslitið eftir skatt í 2020 millum 120 og 160 milliónir krónur. Tað er boðskapurin frá BankNordik til keypsskálan í morgun.
Bankin sigur í tíðindaskrivi, at í desember í fjør tillagaði bankin virksemið fyri at tryggja eina betri javnvág millum inntøkur og útreiðslur. Og á nýggjárinum varð mett, at nettoúrslitið í ár fór at verða 100 -150 milliónir.
Men av tí at inntøkurnar eru hækkaðar meira enn upprunaliga mett, hevur bankin í dag boðað keypskálanum frá, at útlitini fyri árið eru batnað og at tað fer at vera 120 -160 milliónir
Hetta er fjórða ferð í ár, at BankNordik boðar frá, at vónirnar fyri árið eru broyttar. Støðan viðvíkjand koronu broytti fortreytirnar hjá samtakinum munandi, og í apríl vóru útlit fyri størri tapi og tí boðaði bankan frá, at úrslitið helst fór at vera lakari.
Farsóttin hevur tó ikki ávirkað fíggjarligu gongdina so nógv sum tey stúrdu fyri, og í tí sambandi boðaði bankin bæði 24. juni og 16. juli frá batnaðum útlitum fyri 2020.
Bankin sigur, at tann góða gongdin á fíggjarmarknaðunum hesa seinastu tíðina, hevur ávirkað virðisbrævaognina hjá bankanum, sum nú er á sama stigi sum væntað við ársbyrjan. Bankin hevur harumframt staðfest færri tap enn líkt var til fyrr í ár.
Av tí at tað framvegis er óvist, hvørjar fíggjarligar avleiðingar koronu fer at hava, varðveitir BankNordik kortini tær 35 milliónirnar ið eru settar av til møgulig tap í kjalarvørrinum á farsóttini.











