Korona: Nú skal hetta aftur verða gerandiskostur

Tað forðar fyri rættiliga nógvari smittu sigur formaðurin í farsóttarnevndini

Koronu-støðan í Føroyum er nú so álvarslig, sum hon ongantíð hevur verið áður. Nógv fólk verða smittað og Landssjúkrahúsið er í undantaksstøðu, tí fleiri starvsfólk eru smittað við koronu,. Landslæknin hevur boðað frá, at tað er ikki tamarhald á støðuni og tí hevur landsstýrið nú hert tilmælini um koronu.

 

Landslæknin hevur eisini sagt, at tey stúra fyri støðuni og at støðan er sera álvarsligt. Sambært tilmælunum skal tað nú verða vanligur gerandiskostur at síggja fólk í masku.

 

Eitt av tilmælunum eru, at fólk skulu vísa varsemi, tá ið tey eru saman við øðrum og løgmaður heitir á fólk um at vera í masku. Michael Boolsen, formaður í farsóttarnevndini, er enn greiðari í sínum tilmæli, tí hann heldur, at tað einasta rætta er, at fólk eru í masku.

 

Fólk eiga at vera í masku, tá ið tey eru saman við øðrum, eitt nú tá ið tey fara til handils, sigur formaðurin í farsóttarnevndini.

 

– Tað er eitt heilt greitt tilmæli frá farsóttarnevndini, at fólk eru í masku, tá ið tey fara til handils yvirhøvur, tá ið tey eru saman við øðrum, sigur Michael Boolsen. Hann mælir eisini fólki til at vera í masku tá ið tey fara ørindini inn á almennar stovnar og aðrastaðni innandura.

 

 Hann sigur, at fólk kunnu hava koronu, uttan at vita av tí, og tað er ein royndur lutur, at eru tey í masku, kann tað forða fyri, at tey smitta onnur. Á summum økjum kann hvør einstakur gera sítt til at bøta um støðuna og eitt av tí er at vit eru í masku fyri at verja síni medmenniskjur.

 

Hann heitir eisini á handlar og stovnar, og onnur, um at fara ítøkiliga til verka fyri at fáa fólk at verða í masku, tá ið tey koma inn, tí tað tað forðar fyri smittuspjaðing.