Korona: Níggju tilburðir í gjár

Talið á smittaðum minkar tó framvegis

Í gjár vórðu níggju nýggir smittutilburðir av covid-19 staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Ein persónur fekk staðfest smittuna við komu til Føroyar, og ein við endurkanning dagin eftir komu. Tvey eru staðfest smittað tveir dagar eftir komu og ein fjórða dagin eftir komu. Seinastu fýra eru smittað í Føroyum av kendum smittukeldum.

 

Fleiri fólk eru vorðin frísk aftur, og tí minkar talið á smittaðum framvegis.

 

Í løtuni eru 80 persónar smittaðir við covid-19.