Korona: Nú sleppa vit at ferðast ímillum nøkur lond

Tey, sum koma til Føroyar, skulu ikki í sóttarhald eftir 15. juni

Nú verða markið ímillum Føroyar um umheimin latið eitt sindur upp aftur. Løgmaður boðar nú frá, at frá 15. juni kunnu vit ferðast frítt ímillum Føroyar og Ísland og samstundis verður lættari at ferðast ímillum londini í rikisfelagsskapinum.

Samstundis skulu tey, sum koma til Føroya, ikki longur í sóttarhald, men tey skulu taka ymisk fyrivarni. Reglurnar um tað verða kunngjørdar í næstum.

Harafturat skulu fólk eisini kannast meiri.

Men tað verða ongir festivalar og ongar stevnur í juli og í august, men tey fáa fíggjarliga hjálp, sigur løgmaður