Nýggjastu tølini siga, at nú eru fleiri enn 900.000 fólk kring um heimin deyð við covid-19. Soleiðis nærkast talið av deyðum nú einari miljón.
Í USA eru flest fólk deyð, stívliga 190.000 tilsamans. Í Brasilia, har næst flest eru deyð, er talið stívliga 127.000.
India hevur higartil havt 74.000 covid-19 deyðstilburðir.
Mánadagin í hesi vikuni boðaði landið frá, at tey samdøgnið undan høvdu havt heili 90.802 nýggjar smittutilburðir, sum er størsta tal í India í eitt samdøgur.
Tilsamans kring allan heim eru nú staðfestir stívliga 27 miljónir covid-19 smittutilburðir.